Word

02-03-2020
Nær Eftir avtalu
​Hvar á Gjaldstovuni, 1. hædd
​Kostnaður 1.200 kr.
​Seinasta freist ​Eingin
Tekning Vinaliga send teldurbræv tili skeid@gjaldstovan.fo, um ynski er um skeið í Word.
Longd ½ dag
 
Endamálið er
at læra allar tær nýggju og smørtu funkurnar í Word. Funkur, sum eisini ofta royndir brúkarar ikki vita eru til. Aftaná skeiðið kann tú arbeiða nógv skjótari, stuttligari og snildari við tínum uppgávum í Word.


Innihald
Tú lærir

  • at fáa fulla nyttu burturúr amboðslinjuni
  • at skipa rondina (båndet/ribbon) til tín tørv
  • at finna tíni dokument aftur, sum tú gloymdi at goyma
  • at brúka 'Skærmklip' - snildi avloysarin hjá print-screen
  • um skabelónir
  • at brúka formatpensilin
  • um standardtekstir
  • at senda teldubræv til nógv fólk í senn, við ymiskum boðum
  • um samanhangin millum typografi'ir og innihaldsyvirlit
  • at seta eina forsíðu inn
  • at samanbera tvey dokumentir. T.d. tá starvsfelagin hevur rættað eitt skriv, uttan at viðmerkja hvar, hann hon hevur gjørt rættingar.

Skeiðið er ætlað 
teimum, sum duga at brúka Word til tað vanliga, so hetta er ikki eitt grundskeið, men eitt skeið fyri tey sum dagliga brúka Word, og sum kundu hugsa sær, at lært at brúkt fleiri funkur.

Forkunnleiki og fortreyt 
Tað er neyðugt at hava grundleggjandi telduførleikar.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269