PowerPoint

25-05-2020
Nær Eftir avtalu
​Hvar Netsetur umvegis Teams
​Kostnaður 950 kr.
​Seinasta freist Eingin
Tekning Tekning fer fram á heimasíðuni hjá Synergi.
Longd ½ dag
 
Endamálið er
at læra allar tær nýggju og smørtu funkurnar í PowerPoint. Aftaná skeiðið fert tú at hava eitt yvirlit yvir PowerPoint, sum ger teg tryggari og ger tað lættari hjá tær, tá tú næstu ferð skal gera eina framløgu.


Innihald
Tú lærir

  • at fáa yvirlit yvir PowerPoint
  • at seta myndir inn og snikka tær til
  • at skifta millum design og litir
  • at brúka ta smørtu funkuna SmartArt
  • grundreglurnar um diasmaster
  • hvar búmerkið verður sett inn, so tað sæst á øllum "síðum"
  • hvussu ber til at skifta millum "síðurnar" og fær tað at síggja gott út
  • um munin millum 'overgange' og 'animationer'
  • um framløgu, sum koyrir sjálvvirkandi, t.d. á einum kunningarskermi
  • at fjala síðu, sum ikki skal vísast á einum ávísum fundi
  • at brúka tey flottu og professionellu designuppskotini

og nýttgjar funkur sum ..

  • at innseta 3d ikon og online filmar
  • at sletta bakgrund á einari mynd
  • hvussu tú kann teksta tína framløgu
  • Transition Morph
  • Zoom

Skeiðið er ætlað 
teimum, sum kunnu hugsa sær at verði tryggari í at brúka PowerPoint. Fari verður í gjøgnum allar tær mest vanligu funkurnar, sum tú hevur tørv á, til at gera eitt gott PowerPoint.

Forkunnleiki og fortreyt 
Tað er neyðugt at hava grundleggjandi telduførleikar.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269