Outlook / tær snildu funkurnar

19-05-2020
Nær Eftir avtalu
​Hvar á Gjaldstovuni, 1. hædd
​Kostnaður 1.200 kr.
​Seinasta freist ​Eingin
Tekning Tekning fer fram á heimasíðuni hjá Synergi.
Longd ½ dag
 
Endamálið er
at læra allar tær nýggju og smørtu funkurnar í Outlook. Funkur, sum eisini royndir brúkarar ikki vita eru til. Aftaná skeiðið kanst tú brúka Outlook í størri mun til at hjálpa tær við at stýra tínum teldupostum og uppgávum, so einki dettur burturímillum.


Innihald
Tú lærir

  • at fáa skil á og yvirlit yvir teldubrøv, sum tú manglar at svara
  • at gera fleiri undirskriftir, alt eftir hvønn tú skrivar til - á føroyskum, donskum, enskum - og lættliga at skifta ímillum
  • Um fløgg og bólkar - ein sera snildur møguleiki at stýra øllum teldupostum og uppgávum, so eingin dettur burturímillum. Lær hvussu tú kanst brúka hesar funkur úrslitagott
  • at stovna kontaktpersónar og bólkar
  • um nýggju funkuna "Hurtige dele"
  • at leggja ymiskan autotekst inn, so tú sleppur undan at skriva somu boð 100 ferðir’
  • at ‘automatisera’ teldubrøv við funkuni "regler"
  • brúka leitifunkuna snildari​
  • o.a.

Skeiðið er ætlað 
teimum, sum vilja læra nýggju og snildu funkurnar í Outlook.

Forkunnleiki og fortreyt 
Tað er neyðugt at hava grundleggjandi telduførleikar.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269