OneNote

25-02-2021
Nær 12. mai 2021, kl. 8.30 - 12.30
​Hvar 1. hædd í Albert Hall
​Kostnaður 2.000 kr.
​Seinasta freist 10. mai 2021, kl. 12.00
Tekning Tekning fer fram á heimasíðuni hjá Synergi.
   
   
Endamálið er
at læra hvussu OneNote kann verða brúkt til at halda stýr á viðmerkingum, hugskotum og øðrum hugsandi tilfari. Hevur tú ofta nógvar bóltar í luftini, er borðið og teldan hjá tær fylt við gulum seðlum, og vaknar tú um náttina, tí tú hevur gloymt at skriva okkurt niður ? So er OneNote eitt sera gott amboð til tín at skipa og halda stýr á øllum hesum við tíni talgildu lummabók.

 

Innihald
Tú lærir
  • at skipa OneNote til tín tørv
  • at nýta OneNote sum dagligt amboð á telduni og snildfonini, har tú goymir hugskot og viðmerkingar
  • at goyma teldubrøv saman við viðkomandi tilfari t.d. í sambandi við verkætlanir, ráðleggingar o.a.
  • at goyma tilfar á netinum í OneNote
  • at deila tilfar so fleiri kunnu arbeiða saman

Skeiðið er ætlað
Tað er neyðugt at hava grundleggjandi telduførleikar.

Forkunnleiki og fortreyt
Tað er neyðugt at hava grundleggjandi telduførleikar.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269