OneDrive for Business

06-09-2021
Nær 18. november 2021, kl. 13.00 - 16.00
​Hvar 1. hædd í Albert Hall
​Kostnaður 1.800 kr.
​Seinasta freist 12. november 2021, kl. 12.00
Tekning Tekning fer fram á heimasíðuni hjá Synergi.
Undirvísari Tóri Slættalíð
   
   
Við OneDrive kann tú goyma alt títt tilfar á einum tryggum stað í skýnum

 

Tú hevur altíð atgongd til tilfarið og alt verður goymt sjálvvirkandi. Við snildu deilifunkunum kanst tú samskriva við øðrum í øll Office-skjøl, og tú sleppur undan endaleysum viðfestum fílum í teldupostum.  

Endamálið er
at fáa eina góða grundleggjandi upplæring í at brúka OneDrive, soleiðis at tú kanst fáa stóra nyttu av tí í tínum arbeiði. Tú lærir eitt nú at deila skjøl við onnur, soleiðis at til ber at arbeiða í sama skjali samstundis.

 

Innihald
Tú lærir m.a.
  • um OneDrive: Hvat er munurin á OneDrive og t.d. Dropbox. Hvussu er trygdin í OneDrive
  • at stovna, strika og skipa tilfar
  • um samskriving í sama skjalið, versionering (at bakka aftur til eldri útvágur), og rættindi til fílur
  • at deila tilfar í OneDrive við onnur á ymiskan hátt
  • at nýta Outlook saman við Onedrive
  • at samstilla fílurnar í OneDrive við telduna, so alt verður goymt á einum tryggum stað
  • at nýta OneDrive á telefonini – m.a. til at gera backup av myndum
Skeiðið er ætlað
teimum ið eisini vilja goyma og hava atgongd til sítt tilfar í skýnum.

Forkunnleiki og fortreyt
Tað er neyðugt at hava grundleggjandi telduførleikar.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269