Office 365

06-09-2021
Nær
1. og 2. desember 2021, kl. 9.00 - 15.30
Hvar 1. hædd í Albert Hall
​Kostnaður 6.400 kr.
Seinasta freist 24. november 2021, kl. 12.00
Tekning Tekning fer fram á heimasíðuni hjá Synergi.
Undirvísari
Tóri Slættalíð
   
   

Fá nógv meira at vita um skeiðið í Office 365 á heimasíðuni hjá Synergi.

 

Kom við og fá fulla nyttu av Office 365
Á skeiðinum fært tú eina gjølla gjøgnumgongd av amboðnum og møguleikunum í Office 365, og hvussu tey stuðla undir hvørt annan.

Allir almennir stovnar hava Office 365 og hava atgongd til nógv meiri enn bara Word, Excel, Outlook og PowerPoint. Eitt nú Teams, Planner, Sway, Forms, OneDrive og onnur forrit, sum eru við til at gera arbeiðsdagin nógv lættari.

  • Brúka tit Office 365 uppá gamla mátan, sum eitt og eitt forrit, t.d. við Word, Excel, Outlook o.s.fr.?
  • Saknar tú eitt yvirlit yvir og innlit í, hvat Office 365 er ?
  • Kundi tú hugsa tær at lært meira um, hvørjir møguleikar eru ?
  • So tú kann fáa sum mest burturúr, nú tit hava møguleikan ?

Innihald

Tú lærir um

  • Office 365
    • Hvørji forrit eru í Office 365, er munur á Office 365 og Office pakkanum, ..
  • OneDrive for Business
    • OneDrive har tú kann stovna og goyma fílur og fáa atgongd til tær á netinum, ..
  • Teams
    • Bygnaður og umsiting av Teams og kanalum, ..
  • OneNote
    • Brúka tað til at skipa tíni hugskot og tankar, ..
  • Planner
    • Hvussu stovnar tú eina ætlan, uppgávur, diagramm, ..
  • Office 365 á snildfon og teldli
    • Legg Office 365 appir á tína snildfon og teldil, og brúka tær, ..
  • Rótfesti
    • Hvussu fáa vit Office 365 rótfest og brúkt á arbeiðsplássinum, ..
Skeiðið er ætlað
teimum, sum hava Office 365. Hetta er fyri teg, sum slett ikki dugur at brúka møguleikarnar í Office 365. Og fyri teg, sum dugir eitt sindur, men sum heldur, at tað er torført at fáa eitt rættiligt yvirlit.

Forkunnleiki og fortreyt
Tað er neyðugt at hava grundleggjandi telduførleikar.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269