Excel / tey fyrstu fetini

19-05-2020
Nær 2. og 3. juni 2020, kl. 10.00 - 12.00 báðar dagarnar (Modul 1 + 2)
  9. og 10. juni 2020, kl. 10.00 - 12.00 báðar dagarnar (Modul 3 + 4)
​Hvar Netsetur umvegis Teams
​Kostnaður Modul 1 + 2
1.050 kr.
Kostnaður Modul 3 + 4 1.050 kr.
​Seinasta freist 2. juni 2020, kl. 8.00 (Modul 1 + 2)
  9. juni 2020, kl. 9.00 (Modul 3 + 4)
Tekning Tekning fer fram á heimasíðuni hjá Synergi.
Longd 2 tímar fyri hvørt modul
   
   
Synergi hevur undir Á skránni útgreinað innihaldið á øllum fýra modulunum.

 

 

Endamálið er
at læra Excel frá grundini og læra tær mest týðandi og mest brúktu funkurnar í Excel.


Innihald
Tú lærir

  • um hvussu Excel er bygt upp
  • um einfaldar formlar og reglur fyri hesar
  • at rætta í formlum, sellum og at seta eyka tekst og tøl inn
  • at stovna fleiri rokniørk og geva ørkunum nøvn so lættari er at halda skil á teimum
  • at flyta og margfalda rokniark, súlur, kolonnur og røð
  • at brúka ‘autoudfyld’
  • at brúka formatpensilin
  • at skriva alt út á eina síðu
  • at seta búmerki, síðutøl og annað inn
  • um absoluttar og relativar sellur
  • brúka tøl og úrslit frá eini sellu í aðrari
  • at sortera og síla
  • um diagramm og myndir
  • at senda skjalið við teldubrævi
  • o.a.

Skeiðið er ætlað 
teimum, sum vilja læra tær grundleggjandi, týðandi og mest brúktu funkurnar, og hava ongar ella bara lítlar royndir við Excel frammanundan.

Forkunnleiki og fortreyt 
Tað er neyðugt at hava grundleggjandi telduførleikar.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269