Excel / pivot
25-02-2021
Nær
|
16. apríl 2021, kl. 9.00 - 12.00 |
Hvar |
1. hædd í Albert Hall
|
Kostnaður |
1.600 kr. |
Seinasta freist |
14. apríl 2021, kl. 12.00 |
Tekning |
Tekning fer fram á heimasíðuni hjá Synergi. |
|
|
|
|
Endamálið er
læra at brúka tær meiri framkomnu funkurnar í Excel. Funkur sum faktiskt ikki eru so torførar at læra. Serliga er tað gott at hava tveir dagar og ein góðan undirvísara, sum vil kunna læra teg at brúka tær framkomnu funkurnar uppá tann lætta mátan.
Innihald
Tú lærir
- at uppseta gott datagrundarlag fyri at gera Pivot tabel
- at upprætta Pivot tabel
- at nýta feltir og at placera í “Filter”, “Kolonner”, “Rækker” og Værdier
- at formatera í Pivottabel
- at sortera í Pivottabel
- at innseta diagram í Pivottabel
- at kopiera ark og arbeiða víðari útfrá áður upprættaðum grafi
- at uppseta % kolonnu í Pivottabel
- at broyta í keldufíluni og at endurskapa dátu grundarlagið
- at bólka í Pivottabel
- at upprætta Dashboard og kopiera grafar
- at justera grafar í stødd og placering
- at gera “Udsnit” av dátamongdini og samantvinna við grafarnar
- at brúka hjálpina
Skeiðið er ætlað
teimum, sum hava nýtt Excel í longri tíð, men ikki eru komin ordiliga í holt við at nýta tær meiri framkomnu funkurnar í Excel. Funkur sum eru SERA hentar at duga.
Forkunnleiki og fortreyt
Tað er neyðugt at hava grundleggjandi telduførleikar.