Excel / frá grundini

14-09-2022
Nær 10. og 11. november 2022, kl. 9.00 - 15.00 báðar dagarnar
​Hvar 1. hædd í Albert Hall
​Kostnaður
4.400 kr.
​Seinasta freist 8. november 2022, kl. 12.00
Tekning Tekning fer fram á heimasíðuni hjá Synergi.
   
   
Lær at brúka Excel frá grundini, og fá nógv meira at vita um skeiðið á heimasíðuni hjá Synergi.
   
Endamálið er
at læra Excel frá grundini og læra tær mest týðandi og mest brúktu funkurnar í Excel.


Innihald
Tú lærir

  • um hvussu Excel er bygt upp og hvussu tú best skilur endamálið við Excel
  • um einfaldar formlar og reglur fyri hesar
  • at rætta í formlum, sellum og at seta eyka tekst og tøl inn
  • at stovna fleiri rokniørk og geva ørkunum nøvn so lættari er at halda skil á teimum
  • at flyta og margfalda rokniark, súlur, kolonnur og røð
  • at brúka ‘autoudfyld’
  • at brúka formatpensilin
  • at skriva alt út á eina síðu
  • at seta búmerki, síðutøl og annað inn
  • um absoluttar og relativar sellur
  • brúka tøl og úrslit frá eini sellu í aðrari
  • at sortera og síla
  • um diagramm og myndir
  • at senda skjalið við teldubrævi
  • o.m.a.

Skeiðið er ætlað 
teimum, sum vilja læra tær grundleggjandi, týðandi og mest brúktu funkurnar, og hava ongar ella bara lítlar royndir við Excel frammanundan.

Forkunnleiki og fortreyt 
Tað er neyðugt at hava grundleggjandi telduførleikar.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269