Camtasia

15-02-2023
Nær Eftir avtalu
​Hvar 1. hædd í Albert Hall
​Kostnaður Eftir avtalu
​Seinasta freist Eingin
Tekning Vinaliga send teldubræv tili skeid@gjaldstovan.fo, um ynski er um skeið í Camtasia.
Undirvísari Ása Andreasen
   
   
Lær at viðgera sjónfílur í Camtasia og fá nógv meira at vita um skeiðið í Camtasia á heimasíðuni hjá Synergi.

 

Camtasia er eitt av teimum bestu forritunum á marknaðinum til at taka video upp av tí, sum gongur fyri seg á skerminum (screen-recorder) hjá tær. Harumframt er tað framúr forrit til at redigera sjónfílur (video). Bæði tað tú hevur tikið upp av skerminum og sjónfílur tú hevur tikið upp við kamera, t.d. tínari telefon. Kom og lær at brúka Camtasia til at miðla tína fakligu vitan til starvsfelagar, kundar ella viðskiftafólk annars.

 

Innihald 

  • Yvirlit yvir Camtasia
  • Hvar eru tær grundleggjandi funkurnar ?
  • Gjøgnumgongd av grundleggjandi funkunum
  • Klippa í upptøkuni - Cut, Split v.m.
  • Leggja tekst á - Annotations
  • Skifti millum ymisk sjónklipp - Transitions
  • Fokus á músina - Cursor Effects
  • Tosa inn yvir - Voice Narration
  • Ljóð - Audio Effects
  • Spæla klippið skjótari/seinni - Clip Speed
  • Upptøka av tí, sum gongur fyri seg á skerminum - Screen Recorder
  • Redigering av skermupptøkuni

Undirvísingin skiftir millum undirvísing á talvuni og uppgávur á Camtasia.

Endamálið
er at læra at brúka Camtasia frá grundini, so tú kanst byrja at gera video til títt endamál.
 
Hvat kann tú brúka Camtasia til ?
Marknaðarføring - Tak sjónfílu upp av vøru tit selja og greið frá um nýtslu, dygd, legg talu, tónleik og tekst á og legg á heimasíðu ella FB.
Support - Tak svør upp av afturvendandi spurningum, viðgerð tey í Camtasia og legg tey út á heimasíðuna. Sera góð hjálp hjá báðum pørtum.
Undirvísing - Tak sjónfílu upp av undirvísing, so næmingarnir altíð kunnu hyggja eftir sjónfíluni.
Vegleiðing - Tak upp við tíni fartelefon, vís hvussu tól skulu brúkast, hvussu ein mannagongd er, legg talu, tekst og pílar á aftaná.

 

Skeiðið er ætlað
teimum, ið ikki duga at brúka Camtasia, ella sum hava roynt tað í minni mun.
 
Havi egna teldu við
Tú skalt hava egna teldu við, har Camtasia er lagt inn. Best er at hava nýggjastu útgávuna av Camtasia. Tú kann taka nýggjastu útgávuna niður sum eina royndarútgávu (trial). Minst til at leggja forrittið inn á telduna styttri enn ein mánaða fyri skeiðið, tí royndartíðin er 30 dagar. Til ber at heinta nýggjastu royndarútgávuna her: https://www.techsmith.com/video-editor.html

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified