Skeið - Heystið 2023

22-09-2023

Gjaldstovan skipar fyri skeiðsumfari heystið 2023 í undirvísingarhølinum í Albert Hall. Skeið verða eisini hildin eftir avtalu og eisini úti á stovnum.

Tekning til skeiðini í Excel, Forms, OneNote, Outlook, Planner, PowerPoint, SharePoint & OneDrive og Teams fer fram á heimasíðuni hjá Synergi. Tekning til onnur skeið fer fram við at senda teldubræv til skeid@gjaldstovan.fo. Leggið til merkis, at skeiðini, ið Synergi varar av, eru bert fyri stovnar í Landsneti.

Um okkurt er at spyrja um, set teg so í samband við okkum. Ring á Gjaldstovuna, tel. 35 24 00, ella skriva til okkara á skeid@gjaldstovan.fo.

Vit bjóða tykkum vælkomin á skeið hjá Gjaldstovuni.

​ Heiti
Snið
​ Skeiðsskrá​ fyri heystið 2023
Skeið mai og juni 2020.pdf
Skeiðsskrá​ fyri heystið 2023
firefox-chrome-ie16x16.png

 

Dagur  ​Trýst á heitið fyri eitt skeið og les meira
September  
26.09.2023  Skjalhald / 360° Málsviðgerð - kl. 9.00 - 15.00
28.09.2023  Skjalhald / 360° Arkivar - kl. 9.00 - 15.00
28.09.2023  Rokningaverkgongd - kl. 9.00 - 12.00
Oktober  
04.10.2023  Avgreiða lønir og finna lønarhagtøl - kl. 9.00 - 12.00
05.10.2023  Barsil - kl. 13.00 - 16.00
18.10.2023  OneNote / lær at skipa tínar notur og hugskot - kl. 9.00 - 12.00
19.10.2023  Excel / lær excel frá grundini - fyrri dagur - kl. 9.00 - 15.00
20.10.2023  Excel / lær excel frá grundini - seinni dagur - kl. 9.00 - 15.00
26.10.2023  Ferðaavrokning - kl. 13.00 - 15.00
November  
01.11.2023  Forms / kanningar, tekningarlistar, atkvøðugreiðslur, eftirmetingar o.a. - kl. 9.00 - 12.00
02.11.2023  Excel / lær at brúka tær snildu pivottabellirnar - kl. 8.30 - 11.30
09.11.2023  Vaktætlan / grundætlan - kl. 9.00 - 12.00
09.11.2023  Vaktætlan / arbeiðsætlan - kl. 13.00 - 16.00
13.11.2023  PowerPoint / eisini tær snildu funkurnar - kl. 9.00 - 12.00
22.11.2023  Planner / stýr og legg tínar uppgávur til rættis - kl. 9.00 - 12.00
27.11.2023  Outlook / tær snildu funkurnar - kl. 9.00 - 12.00
29.11.2023  Teams / kom gott í gongd við Teams - kl. 9.00 - 12.00

 

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified