Leita eftir lønarupplýsingum

20-02-2020
Nær Ikki ásett, kl. 13.00 - 15.00
​Hvar á Gjaldstovuni, 1. hædd
​Kostnaður 500 kr.
​Seinasta freist Ikki ásett, kl. 12.00

 

Endamálið er
at geva yvirlit yvir hvørjar lønardátur eru í ávikavíst Web-report, lønardátuvøruhúsinum og lønarbókhaldinum, og hvussu til ber at greina tær.

Innihald
Vit læra:

  • at leita í lønarbókhaldinum
    • ár, mánaðir
    • umbókingar
    • búskett
    • framrokning
    • flyta dátur yvir í rokniark
    • leita bókingarupplýsingar í Leiðslukunning

  • at leita í lønardátuvøruhúsi
    • lønir og ársverk
    • lønarsáttmálar
    • lønarsløg
    • starvsheiti
    • aldursbýti
    • kynsbýti
  • at leita á starvsfólkaportalinum
    • yvirlit yvir øll starvsfólk á stovninum, í deplinum ella á einstøku deildini
    • starvsfólk greinað eftir sáttmála og aldri
    • útgjøld býtt í lønarbólkar
    • nær eru lønir goldnar út, upphædd og til hvønn
    • upplýsingar um einstaka starvsfólki
    • starvsgongd hjá einstaka starvsfólkinum
    • starvsupplýsingar
    • útgjøld og skjøl


Skeiðið er ætlað
Skeiðið er ætlað leiðslum og teimum, ið arbeiða við lønarviðurskiftum annars og sum hava tørv á góðum yvirliti umframt skjótt og lætt at síggja, hvørjar broytingar hava verið.

Fortreyt
Tað er fortreyt, at luttakarnarnir hava atgongd til lønargrundardátur, lønardátur í Leiðslukunning og nýggja starvsfólkaportalin.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269