Avgreiða lønir og finna lønartøl

19-02-2021
Nær 4. mars 2021  l  7. apríl 2021  l  5. mai 2021  l  3. juni 2021  -  Allar dagar kl. 9.00 - 12.00
​Hvar Albert Hall, 1. hædd
​Kostnaður 1.000 kr.
​Seinasta freist Mánadag, tveir dagar fyri skeiðið kl. 12.00


Lønir hjá almennum stovnum verða avgreiddar í skipanini, sum eitur Lønargreiðsla, og lønartølini síggjast aftur í skipanini, sum eitur Lønarkunning.

Gjaldstovan skipar javnan fyri skeiði, har endamálið er at geva grundleggjandi vitan um at arbeiða í hesum báðum skipanunum.

Á skránni er millum annað:

Skráseta nýtt starv

  • Fast starv
  • Tíðaravmarkað starv
  • Tímalønt starv

Skráseta broytingar

  • Lønarbrot
  • Leingja starv
  • Enda starv
  • Bankakontu
  • Gera setanarbræv

Skrásta lønir 

  • Tímalønir
  • Ferðauppgerðir
  • Fundarpening

Lønartøl

  • Býtið millum menn og kvinnur
  • Sáttmálar og starvsheitir

Ársverk

  • Býtið millum menn og kvinnur
  • Býtið millum fastlønt og tímalønt
  • Hvørjir sáttmálar

Útgjøld býtt á

  • Mánaðir og ár
  • Lønarbólkar og lønarsløg
  • Útgjaldsdagar og hvør hevur fingið løn

Einstaka starvsfólkið

  • Lønargongd og starvsupplýsingar
  • Innvunnin frítíð
  • Útgjøld og skjøl

 

Skeiðið er ætlað teimum, ið skráseta løn ella arbeiða við lønartølum. Tað er bæði fyri starvsfólkum á almennum stovnum og í eldrasamstørvum.

Neyðugt er at vera upprættað/ur sum brúkari í Løngargreiðsluni og Lønarkunningini.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269