Vaktætlan / arbeiðsætlan

25-02-2021
Nær 24. mars 2021, kl. 13.00 - 16.00
​Hvar 1. hædd í Albert Hall
​Kostnaður 1.000 kr.​
​Seinasta freist 22. mars 2021, kl. 12.00
   
   

Endamálið er
at geva grundleggjandi vitan um at arbeiða við arbeiðsætlan í Vaktætlan.

Innihald
Vit læra:

  • at leggja arbeiðsætlan
  • at stýra eini arbeiðsætlan - flyta aftur og fram
  • at útrulla grundætlan
  • at rætta tørv
  • at rætta arbeiðsætlan
  • at skráseta løn
  • um útrokning og lønarsløg
  • at skráseta arbeiði, meirarbeiði og yvirtíð
  • at skráseta fráveru, sjúku, frítið, avspákan, skeið, barsil o.a.
Skeiðið er ætlað
teimum, ið arbeiða við at skráseta í Vaktætlan.

Forkunnleiki og fortreyt
At luttakarar hava luttikið á skeiðnum 'Vaktætlan / grundætlan' ella hava samsvarandi kunnleika. Eru stovnaðir sum brúkarar í Vaktætlan og arbeiða við at skráseta vaktir í skipanini.​​​​​​​​

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269