Høvuðsbók / fyrispyrja

20-05-2020
Nær Eftir avtalu
​Hvar ​Netsetur umvegis Teams
​Kostnaður 1.000 kr.
​Seinasta freist Eingin


Endamálið er

at læra at leita fram tær upplýsingar og skriva út tey útprent, sum verða brúkt til fíggjarliga at stýra stovninum.

Innihald
Vit læra:

  • hvussu partsskipanirnar í FSL skipanini hanga saman
  • at fyrispyrja um kontur
  • at fyrispyrja um journalir
  • skriva út kontuúrrit, rakstrarroknskap, fíggjarstøðu og játtanarroknskap
  • um ymsar viðkomandi roknskaparvegleiðingar og
  • vit loysa uppgávur


Skeiðið er ætlað
teimum, ið arbeiða við bókhaldi og roknskaparligum viðurskiftum, eins og teimum, ið hava áhuga í at fylgja fíggjarligu gongdini á stovninum.

Forkunnleiki
At vita um bókhaldsligu grundhugtøkini. Tað er ein fyritreyt at hava verið á skeiði í Kontuskipan landsins ella at kunna vísa á samsvarandi førleikar. Neyðugt er at hava grundleggjandi vitan um teld. Tað er eisini ein fyrimunur at hava verið á grundskeiði í Høvuðsbók.​​​​​​

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269