Handfara skjøl

02-03-2020
Nær Eftir avtalu
​Hvar ​á Gjaldstovuni, 1. hædd
​Kostnaður 1.000 kr.
​Seinasta freist Eingin


Vit læra
hvussu skjøl verða handfarin, so at tað tey verða avgreidd rætt og so skjótt sum til ber. Hvørji krøv eru til tekst í sambandi við bókingar, og hvørji krøv eru til skjøl sum t.d.:

  • rokningar
  • kreditnotur
  • undirskjøl
  • skjøl, ið hava aðra stødd enn A4
  • oyðubløð á hemasíðuni hjá Gjaldstovuni

 

Hvussu ber til at tryggja at konteringar eru rættar og at kanna um rokningar eru skrásettar frammanundan ? Ávísir veitarar, ið senda talgildar rokningar, senda eisini avrit av somu rokningum við teldubrævi.

Umframt at leita í Leiðslkunningarskipanini er hent at vita:

  • hvør situr við hvørjum uppgávum
  • hvønn verður samskift við
  • hvør umsitur av brúkarar
  • hvussu umsiting av stað, endamál o.s.fr. fer fram


Skeiðið er ætlað
teimum, ið handfara rokningar og onnur skjøl, ið verða skrásett í BSL, avgreidd á stovnum og eldrasamstørvum umframt send Gjaldstovuni at bóka bókhaldslig hugtøk.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269