FIGS / skráseta

02-03-2020
Nær ​Eftir avtalu
​Hvar ​á Gjaldstovuni, 1. hædd
​Kostnaður Eingin
Seinasta freist Eingin​​​
 
FIGS (Felags Inngjaldingarskipanin) minnir um skrásetingarmyndina í Høvuðsbók, men tað ber til at gera ymsar skrásetingar í FIGS, sum ikki bera til í Høvuðsbók. Í FIGS ber t.d. til at lesa inn bankarørslur frá bankakervinum (Elektron) í so nevndar PI fílur, soleiðis at bókhaldarin fær bankabókingina prekonteraða, men bert skal gera mótbóking til bankan.
 
Endamálið er
at læra at skráseta í FIGS.

Innihald

Vit læra:

  • Um hvussu partsskipanirnar í FSL skipanini hanga saman
  • At skráseta journalir (t.d. kassauppgerð)
  • At knýta skjøl í journalir
  • At góðkenna (bóka) journalir
  • Um ymsar viðkomandi roknskaparvegleiðingar og
  • Vit royna at skráseta sjálvi
Skeiðið er ætlað
teimum, sum røkja høvuðsbókhaldið á stovninum, m.a. bóka peningastovnskontur o.t.

Forkunnleiki og fortreyt
At vita um bókhaldsligu grundhugtøkini. Tað er ein fyritreyt at hava verið á skeiði í Kontuskipan landsins ella at kunna vísa á samsvarandi førleikar. Neyðugt er at hava grundleggjandi vitan um teld.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269