Brúkararáðið bjóðar til ársfund fríggjadagin 24. mai, kl. 11.45 - 15.00. Kunnað verður um farna ár, rakstur, Teams, skjalahald, KT trygd og nýggjar tænastur. Fundurin verður í Norðulandahúsinum, har høvi verður at gera tykkara ávirkan galdandi.
Í ár verður ein nýggjur háttur brúktur til spurningar. Í staðin fyri gular seðlar verður Slido nýtt. Far inn á slido.com, skriva #Landsnet, so fær tú møguleika at skriva spurningar og svara kanningum. Tú kanst royna Slido longu nú og svara, hvussu nógvir brúkarar eru á Landsneti.
Legg til merkis, at tiltakið byrjar kl. 11.45.
Ársfundur hjá Landsneti 2019 | |
Fríggjadagin 24. mai 2019, kl. 11.45 - 15.00 | |
Kl. 11.45 | Ársfundur 2019 |
- Smyrjibreyð í Klingruni og kaffi, te og smákøkur omaná | |
Kl. 12.30 | Vælkomin, Leif Abrahamsen, stjóri á Gjaldstovun |
Kl. 12.45 | Formansfrágreiðing, Frankie Jensen, formaður í Brúkararáðnum |
- Frankie tekur samanum arbeiðið hjá Brúkararáðnum | |
- Nýtt Brúkararáð verður kunngjør | |
Kl. 13.00 | Støðan í Landsneti og nýggjar tænastur, Birgir av Steinum, deildarstjóri, KT Landsins |
- Avrik seinasta árið, útboð av dátusamskifti og nýggj lisensavtala | |
- Nýggjar tænastur, ið ætlanin er at bjóða, felags skjalahald og dátugrunnahotell | |
- Ætlanir komandi skeiðið, útboð av Landsneti og trygd á mobilum eindum | |
Tutl og Slido - 5 min. | |
Kl. 13.25 | TEAMS, Sólrun Foldbo, fakligur stjóri, Gigni |
- Skipanin Teams verður víst fram | |
Kl. 13.35 | Kaffisteðgur |
- Kaffi og te er at fáa í forhøllini | |
Kl. 13.50 | Skjalahald sum tænasta í Landsneti, Dánjal Samuelsen, KT ráðgevi, KT Húsið |
- Hvat er støðan á forkanningini, og hvat er næsta stig | |
Tutl og Slido - 5 min. | |
Kl. 14.10 | Nýtt KT trygdarrundskriv, Bjarni Askham Bjarnason, aðalstjóri, Fíggjarmálaráðið |
- Greitt verður frá KT trygdarrundskrivinum | |
- KT trygdarsamstarvið millum Gjaldstovuna, Føroya Politi og Føroya Tele | |
Tutl og Slido - 5 min. | |
Kl. 14.25 | Fysking í Føroyum, Bjarni Fríðberg, KT Landsins |
- Bjarni greiðir frá sínum kanningararbeiði í sambandi við fysking | |
Kl. 14.45 | Samanumtøka |
- Vit taka samanum | |
- Orðið er frítt til stuttar viðmerkingar | |
Kl. 15.00 | Liðugt |
Um Landsnet: Landsnet er miðsavnað KT tænasta ætlað øllum almennum stovnum. Endamálið við Landsneti er at virka fyri munadyggari og tryggari KT nýtslu í almennu fyrisitingini. Við at gerast partur av Landsneti fær stovnurin útveitt alt sítt KT undirstøðukervi, og skal ikki sjálvur taka sær av at hýsing, trygdaravriti, trygd á servarum og teldum, netsambandi (kaðal og tráðleyst), support, keypa og seta upp teldur og servarar og keypa standard lisensir. Á Landsneti verður stovnurin partur av einum miðsavnaðum tøkniligum palli, sum ger samstarv tvørtur um stovnsmørk munandi lættari. Landsnet verður framhaldandi ment, og stovnurin fær tískil eisini tilboð um atgongd til nýggjar tænastur.
Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269