Hevur tú hug at arbeiða við KT og brúkarahjálp, og leggur tú dent á at veita eina framúr góða tænastu? Vit leita í løtuni eftir KT supportara til 1st level support.
Í KT Landsins verður tú partur av einum spennandi KT umhvørvi við dugnaligum, framsóknum starvsfeløgum og góðum møguleikum fyri fakligari menning.
Um starvið
Høvuðsuppgávan hjá tær verður at veita brúkarum í Landsneti og Skúlaneti KT hjálp og tryggja raksturin av skipanum og neti. Sum 1st level supportari fert tú at:
Førleikar
Fyri at røkja starvið er týðandi, at tú ert fyrikomandi og leggur dent á at veita góða tænastu. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur útbúgving sum KT supportari. Tú ert tolin og dugir væl at samskifta, bæði munnliga og skrivliga. Harafturat brennur tú fyri KT.
Um KT Landsins
KT Landsins er deild á Gjaldstovuni, sum rekur felags KT undirstøðukervini Landsnet og Skúlanet, sum miðsavnað og samskipa KT hjá Landsins stovnum og undirvísingarstovnum. Tænasturnar fevna millum annað um:
Vit leggja stóran dent á góðar arbeiðsumstøður, bæði arbeiðsamboð og skrivstovuhøli. Vit seta teg væl inn í arbeiðsuppgávurnar og KT skipanirnar, sum vit brúka.
Setanar- og lønarviðurskifti
Arbeiðstíðin er 39 tímar um vikuna. Starvið verður sett eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið og verður lønt eftir 4. lønarflokki.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Birgir av Steinum, deildarstjóra, birgir@gjaldstovan.fo, tel 79 24 99.
Umsókn
Send okkum umsókn við prógvum og møguligum viðmælum til starv@gjaldstovan.fo og viðmerk "1st level supportari". Umsóknarfreistin er 14. desember 2023.
______________________________
Gjaldstovan er skipað í fýra høvuðsøki: KT Landsins, Løn & Bókhald Landsins, Búskaparskipan Landsins og Talgildu Føroyar. Vit eru á leið 70 starvsfólk og 14 teirra í KT Landsins. Vit húsast í Albert Hall á Argjum, har vit hava góðar arbeiðsumstøður, og døgurði fæst til keyps. Vit leggja dent á, at starvsfólk trívast og mennast. Vit skipa javnan fyri fakligum og sosialum tiltøkum, og tú fert at starvast í einum framfýsnum umhvørvi saman við dugnaligum og ágrýtnum starvsfeløgum.
___________
Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269