Starvsfólk til KT Trygd

17-05-2021

Gjaldstovan søkir eftir fólki til KT trygdareindina.

Virkisøkið hjá Gjaldstovuni er vaksið nógv seinastu árini, og tí er tørvurin á KT trygd vaksin samsvarandi. Eisini eru krøvini í lógum og standardum støðugt herd. Øll virkisøkini á Gjaldstovuni verða árliga trygdarskoðað av uttanhýsis grannskoðara.

Trygdararbeiðið á Gjaldstovuni er grundað á lógir og altjóða KT trygdarstandardar. Stórur partur av KT rakstrinum og menningini á Gjaldstovuni er útveittur. Útveitingarnar verða stýrdar neyvt við sáttmálum, og KT trygd er ein týðandi partur av tí.

Ábyrgdarøki

Talan er um KT trygdararbeiði og dátuvernd innan økini Búskaparskipan landsins, Talgildu Føroyar, Landsnet og komandi Skúlanet.

KT trygdeindin hevur hesi ábyrgdarøki:

  • Arbeiða við váðagreiningum
  • Orða og halda viðlíka trygdarpolitikkir, leiðreglur og mannagongdir
  • Fremja innan- og uttanhýsiseftirlit og samskifta við uttanhýsis grannskoðarar
  • Støðugt kunna starvsfólk um KT trygd og persónsdátutrygd (awareness)
  • Leiða arbeiðið í trygdarráðnum
  • Undirvísa í trygd og ráðgeva stovnum um trygd
  • Arbeiða við dagligum trygdarspurningum og hendingum
  • Hava eftirlit við trygdarkrøvum til KT-veitarar.

Um starvið

Tú fert at arbeiða í tøttum samstarvi við verandi trygdarfólk við m.a. hesum uppgávum:

  • Fremja eftirlit
  • Viðlíkahalda skjøl hjá KT trygd
  • Praktiskar uppgávur sum at samskipa fundir og tiltøk.

Fyrsta tíðin verður skipað sum upplæring, alt eftir hvørjar førleikar og royndir, tú hevur. Hetta fer fram innanhýsis á Gjaldstovuni og á uttanhýsis skeiðum. Tá ið upplæringin er av, fert tú at fáa ábyrgd av egnum trygdarøkjum í tøttum samráði við hini í KT trygdareindini.

Vit hugsa, at tú við tíðini tekur sertifisering innan onkra grein í KT trygd. Trygdarfólkini hjá Gjaldstovuni hava ISACA sertifiseringar. Sí meira um sertifiseringar á leinkinum niðanfyri:

ISACA sertifiseringar

Um teg

Fyrst og fremst skalt tú hava skil fyri KT og hava áhuga fyri og evni at seta teg inn í torgreidd KT skipanarumhvørvi. Tú skalt duga væl at skriva føroyskt, og tú skalt skilja væl enskt.

Vit seta ikki ávísar treytir um útbúgving ella arbeiðsroyndir. Tað er tó ein fyrimunur, hevur tú arbeiðsroyndir við KT og KT trygd. Viðkomandi útbúgvingar eru t.d. datanomur, datamatikari ella KT útbúgving á bachelor stigi.

Setanar- og lønarviðurskifti

KT trygdareindin er skipað beinleiðis undir stjóranum og mannað við einum trygdarleiðara og einum trygdarráðgeva. Vit bjóða eitt spennandi og áhugavert starv á einum stovni í støðugari menning.

Starvið er fulltíðarstarv. Setanarviðurskifti og løn eru eftir viðkomandi sáttmála, sambært viðkomandi útbúgving og royndum.

Umsókn

Umsókn við prógvum og møguligum viðmælum skal verða send til starv@gjaldstovan.fo

Umsóknin skal frámerkjast “Starvsfólk til KT trygd”.

Umsóknarfreistin er mánadagin 24. mai kl. 12.00.

Meiri kunning um starvið fæst við at venda sær til Dorit Reinert, KT trygdarleiðara á telefon 35 24 25 ella 22 56 55.

 ___________

Les meira um at starvast á Gjaldstovuni

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269