Starv í kantinuni í Albert Hall

Starv í kantinuni í Albert Hall

Dámar tær væl at arbeiða í køki og kantinu? So er tað møguliga tær, vit leita eftir. Eitt starv sum hjálparfólk í kantinuni í Albert Hall á Argjum er leyst at søkja.

 

Uppgávan

Tú skalt hjálpa kokkinum at matgera og vaska upp eftir døgurða. Reingerð av kantinuni er eisini partur av arbeiðinum. Tú fært ábyrgd av at halda kantinuna, t.e. at vaska borð, stólar, borðbúnað og gólv. Tú skalt kunna avloysa kokkin, tá hon er burturstødd.

 

Førleikar

Royndir á økinum eru ein fyrimunir. Tú ert álítandi, røkin, leggur dent á tænastu og hevur hugburð, sum stuðlar undir góðum arbeiðsumhvørvi. Til tíðir eru tiltøk í húsinum, og tú mást saman við kokkinum varðveita yvirlitið og megna arbeiðsbyrðuna.

 

Kantinan í Albert Hall

Kantinan ger døgurða til stovnarnar í Albert Hall: Gjaldstovuna, Landsbankan og Hagstovuna. Eisini kunnu onnur koma til døgurða. Vanliga eta á leið 70 fólk døgurða í kantinuni, tó kunnu eisini verða upp til 100 fólk. Sum meginregla ger kantinan sunnan mat og arbeiðir við at minka um matoyðsl.

Kantinan veitir kaffi við tilhoyri til fundir og skeið í húsinum. At baka køkur til fundir er eisini partur av arbeiðinum.

 

Setanar- og lønarviðurskifti

Starvið er 35 tímar um vikuna og arbeiðstíðin er frá kl. 8.00 - 15.00. Starvið er niðursetta tíð og setanarbrotið er 0,9. Starvið verður sett sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið og lønt í 3. flokki.

 

Umsókn

Umsókn við prógvum og møguligum viðmælum skal verða send Gjaldstovuni við teldubrævi til starv@gjaldstovan.fo

Umsóknarfreistin er 29. november 2022.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Guðny Simonsen, leiðara, sum er at hitta á tlf. 21 49 65

___________

Les meira um at starvast á Gjaldstovuni

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269