Rakstrar- og trygdarfólk til Talgildu Føroyar

12-05-2021

Talgildu Føroyar leita eftir rakstrar- og trygdarfólki

Talgildu Føroyar leita eftir fólki at hava ábyrgd av, at loysnirnar í Talgildu Føroyum fylgja ásetingunum um trygd og rakstur.

Tú verður partur av rakstrareindini í Talgildu Føroyum, sum rekur og mennur m.a. Samleikan, Vangan og Heldina.

Høvuðsuppgávurnar
Saman við starvsfeløgum og veitarum skalt tú tryggja, at loysnirnar í Talgildu Føroyum lúka ásettu krøv um rakstur og trygd. Talan er um nýtt spennandi starv.

Uppgávurnar eru:

  • Framleiða og viðlíkahalda skjalfesting, so sum politikkir og mannagongdir (Standard Operating Procedures) av Samleikanum, Vanganum og Heldini
  • Samskipa regluligar Penetration Tests og Vulnerability Scans
  • Ráðgeva um KT trygd
  • Gera og samskipa váðametingar
  • Samstarva og samskifta við KT grannskoðarar viðvíkjandi altjóða sertifiseringum
  • Fremja rakstraruppgávur í viðkomandi skipanum.

Um teg

Tú hevur útbúgving og starvsroyndir innan KT menning og/ella KT rakstri. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur gott innlit í KT trygdarviðurskifti, sum t.d. kryptografi, eftirlit, brúkaraumsiting og váðagreining. Tú kennir til KT grannskoðanir. Tú dugir væl at samskifta við KT veitarar og kanst orða teg væl á føroyskum og enskum. Tú hevur áhuga í KT trygd og rák í ídnaðinum.

Harumframt leggja vit dent á, at tú kanst skipa og raðfesta arbeiðsbyrðuna soleiðis, at tú fylgir uppgávum á mál. Tú hevur góð samstarvsevni og leggur dent á góða tænastu.

Starvs- og lønarviðurskifti

Vit bjóða eitt spennandi og áhugavert starv á einum stovni í støðugari menning. Tú fert at starvast í einum framfýsnum umhvørvi saman við dugnaligum og ágrýtnum starvsfeløgum. Setanarviðurskifti og løn verða ásett við støði í viðkomandi sáttmála og royndum.

Umsókn

Send okkum umsókn við prógvum og møguligum viðmælum við telduposti til starv@talgildu.fo

Umsóknarfreistin er 24. mai 2021 

Meiri kunning um starvið fæst við at venda sær til Jónsvein Simonsen, rakstrarleiðara í Talgildu Føroyum, á telefon 22 80 63 ella jonsvein@talgildu.fo

 

___________

Talgildu Føroyar reka og menna talgilda undirstøðukervið í Føroyum. Vit eru partur av Gjaldstovuni.

Umleið 50 almennir, kommunalir og privatir tænastuveitarar brúka Samleikan, Vangan, Heldina og Mínboks til at veita kundum sínum tryggar talgildar tænastur. Vit samstarva tvørtur um allar geirar í føroyska samfelagnum við spennandi og avbjóðandi uppgávum. Vit arbeiða í tøttum samstarvi við føroyskar og útlendskar KT veitarar. 17.000 fólk brúka Samleikan og Vangan, og 27.000 brúka Mínboks.

Vit halda til í Albert Hall á Argjum. Arbeiðsumstøðurnar eru góðar og vit leggja dent á, at starvsfólk trívast og mennast og skipa javnan fyri fakligum og sosialum starvsfólkatiltøkum.

Les meira um at starvast á Gjaldstovuni

 

 

 

 

 

 

 

 

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269