Virkisrøktari til Skúlanet

12-05-2021

Vilt tú vera við at geva føroyskum skúlum fyrstafloks net og KT tænastur ?

Gjaldstovan søkir eftir virkisrøktara, Key Account Manager, til nýtt og spennandi starv

Gjaldstovan er saman við Undirvísingarstýrinum farin í holt við at seta á stovn eitt nýtt net, kallað Skúlanet, sum verður eitt tilboð til allar skúlar og undirvísingarstovnar í Føroyum.

Leikluturin hjá Gjaldstovuni verður at veita undirstøðukervi og grundtænastur til skúlar og undirvísingar-stovnar. Tænasturnar snúgva seg um at veita eitt effektivt net, gera teldur klárar, veita brúkarahjálp, yvirvaking, trygd, innkeyp, journal og Office 365. Talan verður um loysn, ið liggur í skýnum, cloud.

Um starvið

Uppgávurnar hjá tær sum virkisrøktari verða at tryggja undirtøku og seta tænasturnar í verk. At vera samskiftisliður millum skúlar, Undirvísingarstýrið, veitarar og aðrar viðkomandi áhugapartar í  Skúlaneti.

Høvuðsuppgávurnar í starvinum eru at:

  • arbeiða fyri, at Skúlanet virkar effektivt
  • allýsa og selja nýggjar tænastur í Skúlaneti
  • regluliga kunna áhugapartarnar í Skúlaneti um tænasturnar
  • eftirkanna árligar ætlanir
  • hava ábyrgd av fíggjarætlanini fyri Skúlaneti
  • vera skrivari og samskipari fyri brúkararáðið og stjóraráðið
  • skipa fyri nøgdsemiskanningum og fylgja teimum upp
  • eftirkanna uppgávur og trupulleikar
  • skipa fyri undirvísing og verkstovum
  • vera samskiftisliður við onnur virkisøki á Gjaldstovuni, sum veita tænastur sum avtalustýring, contract management, trygd, roknskap, kunning, innkeyp, brúkarahjálp og skjalhald
  • at fylgja við rákum innan tøkni í skýnum, cloud.

Um teg

Tú dugir væl at skipa títt arbeiði, arbeiðir analytiskt og kanst taka sjálvstøðugar avgerðir. Tú megnar at hava fleiri bóltar í luftini í senn.

Tú dugir væl at orða teg skrivliga og munnliga um torgreidd evni, á lættan og skilligan hátt. Tað er ein greiður fyrimunur, um tú hevur kunnleika til tørvin og áhugan hjá ymsu undirvísingarstovnunum.

Tú skalt hava arbeitt við KT ella tílíkum, og tað er ein fyritreyt, at tú skilir tøknina í Skúlaneti. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur luttikið í KT verkætlanum.

Verkætlanin Skúlanet

Farið verður í gongd við at knýta undirvísingarstovnar í Skúlanet í næstum. Tú fært ein høvuðsleiklut í hesum arbeiðinum. Tú skalt tryggja, at øll viðkomandi verða kunnað um tænasturnar, sum Gjaldstovan skal veita, og at tær verða veittar á nøktandi stigi.

Starvsviðurskifti

Vit bjóða eitt spennandi og áhugavert starv á einum stovni í støðugari menning. Tú fert at starvast í einum framfýsnum umhvørvi saman við dugnaligum og ágrýtnum starvsfeløgum.

Setanarviðurskifti og løn verða ásett eftir viðkomandi sáttmála og royndum.

Skúlanet er partur av KT Landsins, og tú vísir beinleiðis til deildarstjóran í KT Landsins.

Umsókn

Umsókn við prógvum og møguligum viðmælum skal sendast til starv@gjaldstovan.fo

Umsóknarfreistin er 14. mai í 2021.

Meiri kunning um starvið fæst við at venda sær til Birgir av Steinum, deildarstjóra, á telefon 792 499 og teldupost birgir@gjaldstovan.fo

___________

KT Landsins veitir almennu stovnunum eitt felags KT undirstøðukervi, nevnt Landsnet. Nú er farið undir at menna samsvarandi tænastu til allar undirvísingarstovnar. Skúlanet verður skipað við einum brúkararáði og einum stjóraráði. 56 stovnar við á leið 2.300 brúkarum og 1.500 teldum brúka Landsnet í dag. Við Skúlanetið verður tað tvífaldað komandi ár. Málið hjá Landsneti og Skúlaneti er at skapa effektivitet, stórrakstur, savna vitan og økja um KT trygdina.  

Les meira um at starvast á Gjaldstovuni

 

 

 

 

 

 

 

 

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269