Lærlingur til KT Landsins

15-09-2021

Lærlingur til KT Landsins

Vilt tú ogna tær eina góða útbúgving í einum spennandi og avbjóðandi KT umhvørvi ? Vit leita eftir einum lærlingi til yrkisútbúgvingina sum KT supportari. Lærutíðin er tvey og eitt hálvt ár, har tú luttekur í dagliga arbeiðinum á KT Landsins og gongur í skúla í Danmark í styttri tíðarskeið. Í lærutíðini verður arbeitt við teimum mest brúktu KT forritunum, servarum og neti, alt við denti á at veita eina góða tænastu.

Uppgávurnar hjá KT Landsins

KT Landsins hevur um hendi uppgávuna at samskipa og miðsavna KT hjá landsins stovnum. KT Landsins veitir landsins stovnum felags KT undirstøðukervi, nevnt Landsnet. 57 stovnar við á leið 2.400 brúkarum og 1.500 teldum eru á Landsneti í dag.

Tænasturnar í Landsneti fevna m.a. um at:

  • hýsa og reka servarar og net
  • seta upp teldur hjá brúkarum
  • ráðgeva og samskipa innan KT
  • veita brúkarahjálp
  • umsita brúkarar
  • veita KT trygd

Starvsinnihald

Sum lærlingur skalt tú hjálpa at reka Landsnet og komandi Skúlanet. Talan verður um uppgávur innan hard- og software og net. Tað er týdningarmikið, at tú er fyrikomandi og leggur dent á at veita góða tænastu.

Førleikar

Tú skalt hava lokið fráfaringarroynd fólkaskúlans og hava áhuga í KT. Harumframt er tað ein fyrimunur at duga væl enskt, tí brúkaravegleiðingar og skúlatilfar eru ofta á enskum.

Setanarviðurskifti

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið og er lønt í 3. lønarflokki. Fyrstu seks mánaðirnar er lønin kr. 12.645,09 um mánaðin, næsta árið kr. 15.174,11 um mánaðin og síðsta árið kr. 17.703,13 um mánaðin. Eftirlønin er 15%. Talan er um útbúgvingina, sum á donskum eitur IT Supporter. Lærutíðin er tvey ár og seks mánaðir, og skúlagongdin er í Danmark.

Umsókn

Umsókn við prógvum og møguligum viðmælum skalt tú senda til starv@gjaldstovan.fo Meira kunning um starvið fært tú við at venda tær til Birgir av Steinum deildarstjóra, á tlf. 792499 ella við telduposti birgir@gjaldstovan.fo

Umsóknarfreistin er sunnudagin 26. september.

___________

Les meira um at starvast á Gjaldstovuni

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269