Fá útbúgving á einum av mest fjølbroyttu stovnunum í Føroyum

20-06-2022

Fá útbúgving á einum av mest fjølbroyttu stovnunum í Føroyum

Gjaldstovan søkir eftir skrivstovulærlingi til bókhaldið. Vit bjóða eina spennandi og fjølbroytta útbúgving við góðum yrkismøguleikum í sterka fakliga umhvørvinum í Albert Hall á Argjum.

 

Arbeiðsuppgávurnar á bókhaldinum

Gjaldstovan umsitur týðandi búskaparligar uppgávur fyri landið. Vit virka sum bókhald fyri almennar stovnar og millum land og kommunur. Vit geva stovnum góðar KT skipanir, so teir lætt kunnu avgreiða og hava gott innlit í síni fíggjarviðurskifti. Skipanirnar verða alla tíðina mentar, og tað fert tú eisini at eiga tín leiklut í.

Allar almennar útreiðslur verða útgoldnar hjá okkum. Í 2021 rindaðu vit góðar 12 milliardir út. Tað gevur okkum sostatt gott innlit í almenna virksemið í Føroyum.

Vit samskifta dagliga við almennar stovnar og kommunur um bókhaldsviðurskifti. Eisini hava vit samband við debitorar og kreditorar hjá landinum, bæði virkir og borgarar.

Í lærutíðini fert tú at læra at:

  • bóka og kontera
  • umsita inn- og útgjøld hjá landskassanum
  • umsita talgildar rokningar
  • gera eftirlit og avstemma
  • samskifta við debitorar og kreditorar hjá landinum
  • samskifta við borgarar.

Bókhaldið hevur ábyrgdina av móttøkuni í Albert Hall. Í Albert Hall húsast Gjaldstovan, Hagstovan og Landsbankin, og samanlagt eru vit gott 100 starvsfólk.

 

Um teg

Tú ert røkin, dugir at arbeiða skipað og spyrt, tá ið tú ikki veitst. Tú sært týdningin av at hjúkla um smálutirnar, soleiðis at heildin verður fullfíggjað.

KT stuðlar mest sum øllum arbeiðinum í bókhaldinum. Tað má tí fella tær lætt at arbeiða við teldu og at seta teg inn í nýggjar loysnir.

Tú ert fyrikomandi og leggur dent á góða tænastu. Tú tolir skiftandi arbeiðstrýst, og kanst hava nógvar bóltar í luftini í senn.

Tú skalt hava lokið miðnámsútbúgving.

 

Lærutíðin

Við búskaparbreyt er lærutíðin tvey ár. Hevur tú aðra miðnámsútbúgving, er lærutíðin 2,5 ár.

Skúlagongdin er á Glasi. Meira kunning sæst í leinkinum niðanfyri:

Skrivstovuútbúgvingar á Glasi

Vit gera læruna so fjølbroytta sum til ber, og tí sleppur tú eisini at royna teg á øðrum deildum á Gjaldstovuni og á øðrum almennum stovni.  

 

Setanarviðurskifti

Arbeiðstíðin er 39 tímar um vikuna. Starvið verður sett eftir sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið og er flokkað sum lærlingur í 3. lønarflokki.

Er lærutíðin tvey ár, er lønin ávikavist 60% og 70% av fullari løn. Er lærutíðin 2,5 ár, so er lønin fyrsta hálva árið 50% av fullari løn. Full løn er 25.606 kr. um mánaðin, umframt 3.841 kr. í eftirløn.

 

Umsókn

Hevur tú hug at gerast partur av okkara toymi? Send okkum umsókn og viðkomandi skjøl til starv@gjaldstovan.fo, og skriva ‘Lærlingur á Gjaldstovuni’ sum evni.

Hevur tú spurningar ella vilt vita meira um starvið, kanst tú venda tær til Agnas Djurhuus, leiðara á bókhaldinum, á telefon 22 36 88 ella á agnas@gjaldstovan.fo

Umsóknarfreistin er mánadagin 4. juli í 2022 kl. 12. Starvið verður sett frá 15. august ella 1. september, alt eftir hvat passar best hjá tær.

 

Bókhaldið í tølum

___________

Les meira um at starvast á Gjaldstovuni

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269