Bókhaldari til Gjaldstovuna

29-12-2022

Á Gjaldstovuni umsita vit bókhaldið fyri almennar stovnar, umframt bókhaldið millum land og kommunur. Vit rinda meiri enn 12 milliardir krónur út árliga. Vit bjóða tær eitt starv við fjølbroyttum uppgávum, sum gevur gott innlit í almenna virksemið í Føroyum.

Tínar starvsuppgávur verða at

  • bóka og kontera
  • umsita inn- og útgjøld hjá landskassanum
  • gera eftirlit og avstemma
  • samskifta við debitorar og kreditorar hjá landinum
  • vegleiða stovnum í bókhaldsviðurskiftum og skipanum.

Vit veita stovnunum góðar KT skipanir, so teir lætt kunnu avgreiða og hava gott innlit í síni fíggjarviðurskifti. Skipanirnar verða alla tíðina mentar, og tað fert tú eisini at eiga tín leiklut í.

Nógv samskifti er við almennar stovnar og kommunur um bókhaldsviðurskifti. Eisini hava vit samband við debitorar og kreditorar hjá landinum, bæði virkir og borgarar.

Vit leggja stóran dent á góðar arbeiðsumstøður, bæði arbeiðsamboð og skrivstovuhøli. Vit seta teg væl inn í arbeiðsuppgávurnar og KT skipanirnar, sum vit brúka. Saman við tær eru vit 11 fólk á deildini.

 

Um teg

Vit ímynda okkum, at tú hevur skrivstovuútbúgving ella samsvarandi útbúgving umframt viðkomandi starvsroyndir.

Tú ert røkin, dugir at arbeiða skipað og spyrt, tá ið tú ikki veitst. Tú sært týdningin av at hjúkla um smálutirnar, soleiðis at heildin verður fullfíggjað. Tú ert fyrikomandi og leggur dent á góða tænastu. Tú tolir skiftandi arbeiðstrýst og kanst hava nógvar bóltar í luftini í senn.

KT stuðlar mest sum øllum arbeiðinum í bókhaldinum. Tað má tí fella tær lætt at arbeiða við teldu og at seta teg inn í nýggjar skipanir. Tað fellur tær eisini lætt at arbeiða við tølum.

 

Setanarviðurskifti og umsókn

Arbeiðstíðin er 39 tímar um vikuna. Starvið verður sett sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið og verður flokkað samsvarandi viðkomandi royndum og útbúgving.

Umsóknina og viðkomandi skjøl skalt tú senda til starv@gjaldstovan.fo og skriva 'Bókhaldari til Gjaldstovuna' sum evni.

Hevur tú spurningar ella vilt vita meira um starvið, kanst tú venda tær til Agnas Djurhuus, leiðara í bókhaldinum á tlf. 22 36 88 ella á agnas@gjaldstovan.fo

Umsóknarfreistin er hósdagin 19. januar 2023, kl. 12. Ætlanin er at seta starvið 1. mars í 2023.

Gjaldstovan er stovnur undir Fíggjarmálaráðnum. Síðan Gjaldstovan varð stovnað í 1939, hevur hon verið kjarnin í allari almennari búskaparstýring í Føroyum. Í dag eru høvuðsmálsøkini á Gjaldstovuni: Løn og Bókhald Landsins, KT Landsins, Keyp Landsins, KT Trygd og Talgildu Føroyar.

Vit eru á leið 70 starvsfólk, og 11 okkara starvast í bókhaldinum. Vit skipa javnan fyri fakligum og sosialum starvsfólkatiltøkum. Vit húsast í Albert Hall á Argjum saman við Hagstovuni og Landsbankanum. Vit hava góðar arbeiðsumstøður og góða kantinu.

___________

Les meira um at starvast á Gjaldstovuni

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified