Avloysarastarv í KT Landsins

Avloysarastarv í KT Landsins

Hevur tú hug at arbeiða við KT? Leggur tú dent á góða tænastu? Gjaldstovan søkir eftir fólki til KT Landsins. Talan er um tíðaravmarkað avloysarastarv í eitt ár fyri starvsfólk í barsilsfarloyvi. Tú verður partur av KT Skivuni, sum er 1. level helpdesk hjá KT Landsins.

 

Um KT Landsins

Vit reka felags KT undirstøðukervini Landsnet og Skúlanet, sum miðsavna og samskipa KT hjá landsins stovnum og undirvísingarstovnum. Vit hava eitt spennandi KT umhvørvi í støðugari menning.

Tænasturnar vit veita eru

  • hýsa og reka servarar og net
  • umsita teldur og brúkarar
  • brúkarahjálp
  • ráðgeva og samskipa innan KT
  • felags innkeyp av KT
  • KT trygd

 

Um starvið

Høvuðsuppgávan hjá tær verður at hjálpa brúkarum á Landsneti og Skúlaneti.

Starvið fevnir um at

  • veita hjálp við teldum og øðrum tóleindum umvegis telefon, teldupost, uppmøting og helpdeskskipanina
  • umsita brúkarar og rættindi
  • gera teldur og aðra KT útgerð klára til brúkarar
  • finna og loysa grundleggjandi feilir á t.d. neti, teldum og prentarum.

 

Um teg

Fyri at røkja starvið er umráðandi, at tú ert fyrikomandi og leggur dent á góða tænastu. Tú ert tolin og dugir væl at samskifta við starvsfelagar og brúkarar. Vit ímynda okkum, at tú hevur áhuga í KT, og at tað fellur tær lætt at seta teg inn í nýggjar loysnir. Tað er ein fyrimunur, um tú ert útbúgvin KT supportari ella hevur starvsroyndir innan KT.

 

Setanarviðurskifti

Talan er um avloysarastarv í eitt ár frá 1. oktober 2022 ella eftir avtalu. Arbeiðstíðin er 39 tímar um vikuna. Starvið verður sett eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið og verður lønt í 3. ella 4. lønarflokki, alt eftir royndum og útbúgving.

 

Umsókn

Hevur tú hug at vera partur av okkara toymi? Send okkum umsókn og viðkomandi skjøl til starv@gjaldstovan.fo, og skriva KT Landsins sum evni. Umsóknarfreistin er 29. august 2022 kl. 12.00. Hevur tú spurningar ella vilt vita meira um starvið, kanst tú venda tær til Birgir av Steinum, deildarstjóra, á telefon 79 24 99 ella birgir@gjaldstovan.fo.

 

___________

Les meira um at starvast á Gjaldstovuni

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269