Nýggj rokningaverkgongd
Gjaldstovan hevur tikið í nýtslu nýggja rokningaverkgongd (RVG) at avgreiða kreditorrokningar í. Skipanin er føroysk, og vit hava ment hana saman við Nema. Vit halda, at nýggja skipanin er betri, og hevur m.a. fleiri fyrimunir og hentleikar enn tann gamla. Hon byggir eisini á nýggjari tøkni, og møguleikarnir at menna hana eru fleiri, enn tað vóru í teirri gomlu.
Fyrstu rokningarnar eru stovnaðar í nýggju skipanini, og eru klárar hjá stovnunum at avgreiða.
Atgongd til skipanina
Á heimasíðuna hjá Gjaldstovuni, gjaldstovan.fo, er leinkja til nýggju rokningaverkgongdina løgd. Hon eitur 'Innrita í RVG'. Eisini er leinkja løgd á síðuna, har sum atgongdin til hinar BSL-skipanirnar eru. Hon eitur Rokningaverkgongd.
Gjaldstovan arbeiðir við at gera atgongdina til skipanirnar hjá landinum einfaldari. Partur av tí er, at brúkaranavn og loyniorð í BSL-skipanunum verður samskipað við Landsnet, soleiðis at tað er tað sama, t.e. LNxxxxx, har hvørt x er eitt tal.
Broytingin verður tó sett í verk stigvíst, og fyri fyrst verður tað bara fyri nýggju rokningaverkgongdina. Tað merkir, at innritað verður á Landsnet og í nýggju rokningaverkgongdina við LNxxxxx, men innritað verður í hinar BSL-skipanir sum nú.
Teir brúkarar, sum arbeiða á stovnum, sum ikki eru í Landsneti, fáa eisini landsnet-brúkaranavn til nýggju rokningaverkgongdina.
Kunning og vegleiðing
Fríggjadagin 15. november verða kunnandi fundir um skipanina. Fundirnir eru á Gjaldstovuni, í Kvíggjartúni 1 á Argjum. Útbýtarar verða kallaðir inn til fund, og innkallingarnar verða sendar fyrrapartin í dag. Fyri teir brúkarar, sum arbeiða í Suðuroy, verður serlig kunning í morgin kl. 13. Hon verður á Miðnámsskúlanum í Hovi. Serlig innkalling verður send um tað.
Kunnandi fundir um skipanina eru mánadagin 18/11 kl. 13 og mánadagin 25/11 kl. 10. Fundirnir eru fyri útbýtarar. Eru tit áhugað at koma á kunnandi fund, sigið so frá á gjaldstovan@gjaldstovan.fo.
Skrivaðar vegleiðingar eru eisini á heimasíðuni hjá Gjaldstovuni.
Eru trupulleikar, ber eisini til at ringja til okkara á 35 24 00. Vit gera alt, vit kunnu at svara so skjótt sum til ber. Fyri at byrgja upp fyri, at proppur kemur í, verða tit biðin at spyrja tykkara útbýtara um hjálp, áðrenn tit venda tykkum til Gjaldstovuna við spurningunum.
Gamla rokningaverkgongdin
Gamla rokningaverkgongdin verður virkin til 7. desember. Tær rokningar, sum eru lisnar inn í gomlu skipanini, skulu avgreiðast í gomlu skipanini. Vandin fyri at gera mistøk, ella at okkurt gleppur, er sjálvandi størri, tá ið arbeitt verður í tveimum skipanum samstundis. Vit heita tí staðiliga á stovnarnar, um so skjótt sum til ber, at avgreiða rokningarnar í gomlu skipanini.
Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269