FSL dagføring

Innritan
 
Eins og áður trýstir tú á Innrita í BSL ovast til høgru á gjaldstovan.fo. Tá kemur tú inn á eina síðu við leinkjum til tær skipanir, sum eru tøkar.
 
Tá ið tú trýstir á leinki til eina av skipanunum, fært tú boð um at rita teg inn. Hevur tú ritað inn í eina skipan, hevur tú ritað inn í allar skipanirnar uttan Fíggjarskipan landsins (FSL).
 
Eru trupulleikar, ber til at ringja á tlf. 352490 ella senda teldubræv til ktskivan@gjaldstovan.fo.
 
Brúkaraatgongd

Ritað verður inn soleiðis:

  • Brúkarar í Landsneti skulu brúka LN-brúkaranavn og loyniorð at rita seg inn við, t.e. sama brúkaranavn og loyniorð, sum ritað verður inn við á telduna.

  • Brúkarar, sum ikki eru í Landsneti, hava fingið nýtt brúkaranavn og loyniorð, ið varð sent í teldubrævi í gjár. Tey sum brúka Rokningarverkgongd (RVG), fingu longu í november 2013 LN- brúkaranavn. Tað brúkaranavnið og loyniorðið verður nú brúkt til allar BSL-skipanir.

  • Fyri brúkarar á Landssjúkrahúsinum er ongin broyting.

  • Atgongd til Fíggjarskipan landsins Brúkarar í Fíggjarskipan Landsins (FSL) hava fingið teldubræv við brúkaranavni og nýggjum loyniorði. Brúkaranavnið er tað sama, sum brúkt varð fyri umlegg-ingina. Boð verða givin, tá ið klárt er at brúka LN brúkaranavnið til Fíggjarskipan Landsins (FSL).

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified