Landsbanki Føroya

Landsbanki Føroya umsitur gjaldførið hjá landinum. Uppgávan er, at landið altíð hevur gjaldførið tøkt, og at tað fæst sum mest burtur úr, uttan ov stóran váða. Landið skal liggja inni við einum tiltaksgjaldføri, sum í løtuni er einar tvær milliardir krónur. Endamálið er at tryggja landsins rakstur, skuldi tað hent seg, at inntøkur landskassans sviku.

Landsbanki Føroya umsitur eisini skuldina hjá landinum, sum er at fyrireika lántøku og umsita afturgjaldingar. Tað verður gjørt til eina so lága rentu, sum til ber og við atliti til kravið um tiltaksgjaldføri á góðar tvær (2) milliardir krónur.

Føroyar verða rataðar, og tískil verða okkara evni at rinda lán aftur mett leypandi. Landsbanki Føroya tekur sær av teimum uppgávum, sum ratingstovnurin áleggur okkum.

 

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | Fax: +298 35 24 01 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269