Havnað útgjøld

Gjaldstovan sendir allar útgjaldingar elektroniskt inn í peningastovnskervið. Ymsar móðirskipanir senda elektroniskt útgjaldingar til FSL útgjaldingarskipanina. Frá FSL útgjaldingarskipanini flytur Gjaldstovan útgjaldingarnar til Bektflytingarskipanina, haðani tær verða sendar inn í peningastovnskervið.

Tað er ørgrynni av flytingum, og dagliga kemur fyri, at Bektflytingarskipanin ikki sleppur av við allar flytingarnar, tí tær eru ikki fullfíggjaðar. Um t.d. eitt kontunummar er skeivt, ella eitt P-tal er gjørt óvirkið, sendir Bektflytingarskipanin elektroniskt slíkar ófullfíggjaðar flytingar aftur til FSL útgjaldingarskipanina. T.v.s., at flytingarnar verða havnaðar av Bektflytingarskipanini.

Flytingar, sum verða havnaðar av Bektflytingarskipanini, skulu verða handfarnar/viðgjørdar í "feilrættingarfunkuni", sum eisini er partur av FSL útgjaldingarskipanini. Kreditorbókhaldið á Gjaldstovuni rættar havnaðar útgjaldingar. Tað er um hetta, henda vegleiðingin snýr seg um. Um feilurin ikki er á gjaldstovuni, so skal tann stovnur, sum hevur ávíst gjaldið og sum sostatt ábyrgdist fyri gjaldingini, uttan drál flýggja gjaldstovuni røttu upplýsingarnar, t.d. avrit av skjalinum, sum er ávíst til gjaldingar.

Tá ið gjaldstovan hevur móttikið rættingarskjalið, verður tann havnaða útgjaldingin rættað, leysgivin og útgoldin av nýggjum smb. galdandi mannagongdum um skráseting, leysgeving og útgjalding. Hóast ein feilrætting verður gjørd, verður transaktiónsslóðin tó kortini ongantíð brotin.

EK​​ Heiti​Snið
​89.0​
 Fráboðanar- og rættingarskjal​
EK089_0.pdf
 Vegleiðing​ EK089_0 Vegleiding um handfaring av havnadum utgjoldum.pdf

 

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified