Álíkning er eitt skuldarmark hjá kommunum, sum er ásett í grein 43, stk. 2 í Kommunustýrislógini frá 17. mai 2000. § 43, stk. 2 sigur:
“Er nettoskuldin meira enn eina álíkning eftir einum av landsstýrismanninum árliga ásettum skattaprosenti, krevst loyvi frá landsstýrismanninum til lántøku og til broytingar í lánitreytunum.”
Álíkningin er grundað á kommunuskattin, t.e. bert skattinum, sum persónar rinda í kommunuskatti, sum er ásettur til 23% fyri allar kommunurnar. Satsurin á 23% er ásettur í kunngerð nr. 12 frá 11. februar 2003 um útrokningarskattaprosent sambært kommunustýrislógini.
Nettoskuld verður uppgjørd sum samlað skuld minus umsetilig ogn, t.e. at støðisogn er ikki partur av útrokningini.
Heiti | Seinast dagført | Snið |
---|---|---|
Álíkning og skuldarlutfall hjá føroyskum kommunum | 13.02.2023 |
Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269